BÁTAHYLURIN Á GLYVRUM

Rókin hevur skrivað sáttmála við Runavíkar Kommunu, um at fáa tað endaligu dagføring av bátahylinum á Glyvrum.

Rókin gjørdi í februar í fjør atløgubryggjuna á vestara armi, og nú skal vegurin framvið atløgubryggjuna asfalterast heilt út á endan. Eisini skal eitt vendipláss gerðast sunnanfyri.