30. December 2020
Rókin skrivaði, í dag, undir sáttmála við Klaksvíkar Kommunu um, at leingja bryggjuna niðanfyri vinnubygningin hjá Pomek. Farið verið undir arbeiði skjótast gjørligt.
1. December 2020
Víðkanin av kirkjugarðinum á Glyvrum er nú byrjað. Kirkjugarðurin verður víðkaður inneftir. Arbeiði verður væntandi liðugt fyrst í Juli 2021.
7. October 2020
Rókin SP/F átti lægsta boðið. Stjórin, Jákup Martin Kjeld, skrivaði í dag undir sáttsmála við Runavíkar Kommunu, um at víðka kirkjugarin á Glyvrum inneftir. Farið verður undir arbeiði í næstum.
25. September 2020
Rókin hevur keypt eina nýggja trumlu, ið væntandi kemur fyrst í komandi viku. Trumlan er av slagnum HAMM H13i.
22. June 2020
Rókin hevur skrivað sáttmála við Runavíkar Kommunu, um at fáa tað endaligu dagføring av bátahylinum á Glyvrum. Rókin gjørdi í februar í fjør atløgubryggjuna á vestara armi, og nú skal vegurin framvið atløgubryggjuna asfalterast heilt út á endan. Eisini skal eitt vendipláss gerðast sunnanfyri.
7. April 2020
Rókin Sp/f hevur keypt tveir nýggjar bussar. Tilsaman hevur Rókin nú trýggjar bussar. Bussarnir eru av slagnum Renault Trafic.
27. February 2020
Nú er Rókin Sp/f farin í holt við at gera 2. partin av hálvtakinum á Glyvraskúla. Gamla hálvtakið verður brekka niður og síðan stoypt av nýggjum. Í nýggja hálvtakinum verða sterkir glasrútar settir í.
22. August 2019
Rókin hevur skrivað sáttmála við Sjóvar Kommunu um, at útbyggja havnalagið á Hulki. Bryggjan verður væntandi liðug tíðliga komandi ár.