Rókin Sp/f varð sett á stovn 1. juli í 2010.

Jákup Martin Kjeld er stjóri, og eigur og rekur fyritøkuna saman við synunum Trúgva Kjeld og Búgva Kjeld.

Skrivstovan hjá Rókini heldur til á Glyvravegi 40, á Glyvrum, og hevur eisini verkstað og goymslu á ídnaðarøkinum á Rituvíkshálsið.

Hjá Rókini starvast í løtuni 14 fólk.

Rókin er ein byggifyritøka, sum arbeiðir við havnabygging, boring, spreinging, planering, stoyping o.ø..

Serøkið hjá Rókini er havnabygging.

Rókin hevur drúgvar royndir, bæði í føroyum og uttanlands.

Rókin gongur høgt uppí, at útinna arbeiði av bestu góðsku, og til avtalaða tíð.