ALEXANDRA ÚTLÆRD

Í dag er lærlingur okkara, Alexandra Østerø Knudsen, útlærd sum skrivstovukvinna við sergrein innan fyrisiting. Vit ynskja henni hjartaliga til lukku við útbúgvingini og alt tað besta framyvir.

VIÐKAN AV KIRKJUGARÐINUM Á GLYVRUM LIÐUG

Fríggjadagin 18.03.22 avhendi Rókin víðkanina av kirkjugarðinum á Glyvrum. Á myndini síggja vit frá vinstru Allan Norðgerð, Jákup Martin Kjeld og Høgna Viderø.

RÓKIN HØVUÐSSTUÐUL HJÁ NSÍ 2022

Rókin verður høvuðsstuðul hjá Betri liðnum hjá NSÍ 2022 Rókin hevur undirskrivað stuðulsavtalu við NSÍ fyri komandi kappingarár. Á myndini síggja vit formannin hjá NSÍ, Dánial Hansen og ein av eigarunum hjá Rókini, Búgvi Kjeld.

SP/F RÓKIN HEVUR SKRIVAÐ UNDIR SÁTTMÁLA VIÐ HAVSBRÚN

SP/F Rókin skal leingja fóðurbryggjuna í Fuglafirði við 70 metrum. Verkætlanin ljóðar á 22 miljónir krónur, og verður eftir ætlan liðug um eitt lítið ár – ella í februar mánaði í 2022. Farið verður ígongd við arbeiði beinanvegin.

RÓKIN HEVUR SKRIVAÐ UNDIR SÁTTMÁLA VIÐ KLAKSVÍKAR KOMMUNU

Rókin skrivaði, í dag, undir sáttmála við Klaksvíkar Kommunu um, at leingja bryggjuna niðanfyri vinnubygningin hjá Pomek. Farið verið undir arbeiði skjótast gjørligt.

ARBEIÐI Á KIRKJUGARÐINUM ER BYRJAÐ

Víðkanin av kirkjugarðinum á Glyvrum er nú byrjað. Kirkjugarðurin verður víðkaður inneftir. Arbeiði verður væntandi liðugt fyrst í Juli 2021.

KIRKJUGARÐURIN Á GLYVRUM

Rókin SP/F átti lægsta boðið. Stjórin, Jákup Martin Kjeld, skrivaði í dag undir sáttsmála við Runavíkar Kommunu, um at víðka kirkjugarðin á Glyvrum inneftir. Farið verður undir arbeiði í næstum.

NÝGGJ TRUMLA

Rókin hevur keypt eina nýggja trumlu, ið væntandi kemur fyrst í komandi viku. Trumlan er av slagnum HAMM H13i.

BÁTAHYLURIN Á GLYVRUM

Rókin hevur skrivað sáttmála við Runavíkar Kommunu, um at fáa tað endaligu dagføring av bátahylinum á Glyvrum. Rókin gjørdi í februar í fjør atløgubryggjuna á vestara armi, og nú skal vegurin framvið atløgubryggjuna asfalterast heilt út á endan. Eisini skal eitt vendipláss gerðast sunnanfyri.

Nýggjari1 2