Dátuverndarkunning

Sp/F Rókin, Byggifyritøka (“Rókin”, “vit”, “okkum”, “okkara”) hevur skyldu til at verja trúnaðin, integritetin og atgeingi á teimum upplýsingum, undir hesum persónupplýsingum, vit viðgera um okkara kundar, veitarar og starvsfólk. Vit taka dátuvernd í størsta álvara og hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.

Tá Sp/F Rókin útinnir váttanaruppgávur, undir hesum lógarásettu grannskoðanina og aðrar váttanaruppgávur, har vit avgera endamálið við viðgerðini, er Sp/F Rókin sum meginregla dátuábyrgdari av teimum upplýsingum, ið verða viðgjørdar sum partur av uppgávuni. Harumframt eru vit dátuábyrgdarar av okkara viðgerðum í sambandi við egna kunda- og veitarafyrisiting, har vit avgera endamálið við viðgerðini.

Tá Sp/F Rókin veitir byggi arbeiði, umframt aðrar tænastur, fer viðgerðin vanliga fram eftir boðum frá kundanum. Í tílíkum førum kann Sp/F Rókin verða dátuviðgeri hjá kundanum.